Bókhaldari til JMO sp/f

Full time
🔍 Find Similar Jobs

Job Details

Employment Type

Full time

Category

Other

Salary

19.00 USD

Valid Through

Aug 27, 2025

Job Description

Bókhaldari til JMO Sp/fHava tøl og bókhald tín áhuga? So er tú kanska júst tann, vit leita eftir. Vit søkja eftir bókhaldara til bókhaldsdeildina hjá JMO Sp/f, mitt í hjartanum í Saltangará. Starvsøkið: Vit bjóða tær at verða partur av bókhaldinum hjá JMO, har eitt bókhaldsfólk starvast í løtuni. Bókhaldið er ein týðandi partur í tí dagliga virkseminum hjá fleiri av okkara feløgum í JMO samtakinum.

Tú fært ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, ið inniheldur alt vanligt bókhaldsarbeiði, so sum røkt av kreditorum og debitorum, inngjøldum, avstemming av bankakontum, umsiting av kassakreditti, lønarflytingar, samskifti við veitarar, starvsfólk og viðskiftafólk. Tú fært eina góða upplæring frá okkum á deildini, og í skipanum, ið vit nýta í dagliga virkseminum í felagnum. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er tað møguliga júst tær, vit leita eftir. Førleikakrøv:

Viðkomandi útbúgving innan bókhald og/ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgvingGóðan KT-førleika, og at tú lættliga kanst seta teg inn í bókhaldsskipanina Royndir við E-conomic bókhaldsskipanini eru ikki eitt krav, men ein stórur fyrimunurVit ímynda okkum, at tú: hevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiðihevur góð samstarvsevnidugir at gera mánaðarligar frágreiðingar til leiðsluna um støðuna hjá feløgunumdugir at nýta ymisk KT-amboð, serliga E-conomic, Outlook, Excel o. l.

ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur til eina og hvørja tíðkanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymihevur gott yvirlit yvir títt arbeiðiert nærløgd/-ur, skipað/-ur og dugir at taka ábyrgddugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og taluSetanarviðurskifti: Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært avtalu millum partarnar. Starvið verður sett skjótast gjørligt og eftir avtalu millum teg og leiðsluna í JMO. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá JMO á Heiðavegi 19 í Saltangará. Umsókn og umsóknarfreist:

Umsókn við møguligum prógvum, lívsrensli (c. v. ) ella øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til michael@jmo. fo, og eiga at vera okkum í hendi seinast mikudagin 20. august 2025. Vilt tú vita meira?Hevur tú brúk fyri at vita meira, ella hevur tú spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Michael, á telefon 503236, ella á t-post michael@jmo. fo. Trúnaður: Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tínar dátur verða strikaðar eftir setanartilgongdina, tá vit hava funnið rætta viðkomandi til starvið.

Apply Now

You'll be redirected to the company's application portal

Application Success Tips

Resume Tailoring

Customize your resume to highlight skills and experiences relevant to this specific position.

Company Research

Learn about the company's mission, values, products, and recent news before your interview.

Profile Optimization

Ensure your LinkedIn profile is complete, professional, and matches your resume information.

Interview Preparation

Prepare thoughtful questions to ask about team dynamics, growth opportunities, and company culture.

Back to Job Listings